Flogbóltur: U17 landsliðsbólkur við dreingjum úttikin

Venjararnir hava úttikið 15 leikarar, sumframhaldandi skulu kappast um tey 12 plássini á liðnum

U 17 landsliðið hjá dreingjum í flogbólti skal í døgunum 10. – 14. januar 2019 vera við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane.

 

Venjararnir Magnar K. Vang og Rógvi Nielsen hava úttikið 15 leikarar, sum framhaldandi skulu kappast um tey 12 plássini á liðnum.

 

Í alt verða 5 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark og Ísland.

 

Teir úttiknu leikararnir eru:

 

Fleyr:

Mattias Isaksen

Eyðfinn Rajani

Tórur Paulason

Hørdur Joensen

 

SÍ:

Bjarni Joensen

Róar Andersen

Elias Petersen

Silas Poulsen

Atli Falkvard

Tóki í Haraldstovu

Ternan:

Dávid Olsen

Svend Danielsen

 

ÍF:

Petur Meinhard Lundsbjerg

Rúnar Johnson

 

TB:

Gilli Augustinusen