Dagarnar 30. oktober til 2. november luttekur U17 flogbóltslandsliðið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U17. Kappast verður um norður evuropiska meistaraheitið fyri U17 flogbóltslandslið fyri kvinnur.
Kappingin er í Kettering í Onglandi, har kappast verður í tríggjar dagar. Tað er enska flogbóltssambandið, Volleyball England, sum fyriskipar U17 kappingina hesuferð.
Mikudagin fóru 12 ungar kvinnur úr Føroyum, og tær fara at kappast ímóti landsliðum úr Danmark, Íslandi, Onglandi, Noregi, Finlandi og Svøríki.
– Tað er ómetaliga mennandi fyri hesar ungu spælararnar og fyri føroyskan flogbólt sum heild at taka lut í slíkari kapping, sigur Christian Nagata, sum er ferðaleiðari hjá liðnum.
Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kappingini móti Noregi fríggjamorgunin, 31. oktober klokkan 9:30 føroyska tíð. Seinnapartin sama dag klokkan 14:30 ímóti Svøríki. Leygardagin, 1. november verða fjórðingsfinalurnar spældar, og sunnudagin 2. novembur verða semifinalurnar og finalan spældar.
Úrslitini frá dystunum kunnu síggjast á Facebook VIÐ AT TRÝSTA HER https://www.volleyballengland.org/competitions/nevza_u17/nevza_2014_results_and_photos/nevza_2014_results
og á Twitter @vballengland.
Á Føroyska U17 landsliðnum luttaka Sirið Anthoniusen frá Mjølnir, Katharina Dalsgaard-Jakobsen, Magnhild Jacobsen, Súsanna Ludvig og Eva Winther Nagata úr Fleyr, Anna Sunadóttir Hansen, Kristina Mouritsen, Barbara Herdalur Poulsen og Jórunn Elisdóttir Wang úr Drátti, Sharon Holm úr TB og Maria Sarita Lorenzen úr SÍ, sum eisini væntar á myndini. Venjarar eru Berit Norðoy Vilhelmsen og Marjun Kalsø og lið- og ferðaleiðari er Christian Nagata.