Nú veturin stundar til, ger vetrarítrótturin seg eisini til reiðar til sítt kappingarár, og eitt nú hevur flogbólturin lagt sína kappingarskipan.
Bestu kvinnuliðini fara í gongd um hálvaaðru viku, tí fyrstu dystirnir eru leygardagin 5. og sunnudagin 6. oktober.
Bestu mansliðini bíða hinvegin eitt sindur aftrat, tí teirra kapping fer ikki av bakkastokki fyrr enn um ein mánað, sunnudagin 27. oktober.
Niðanfyri sæst, hvussu fyrstu umførini eru hjá bæði kvinnum og monnum:
Eik-ligan, kvinnur
05/10 14.00 TB-Dráttur í Trongisvági
05/10 13.00 Mjølnir-Ternan í Badmintonhøllini
06/10 14.00 Fleyr-ÍF í Gundadalshøllini
06/10 14.00 SÍ-KÍF í Sørvági
Eik-ligan, menn
27/10 14.00 Fleyr-SÍ í Gundadalshøllini
27/10 16.00 ÍF-Mjølnir á Kambsdali
Kappingarskipanin kann síggjast her: http://www.fbf.fo/kappingarskipan.htm