Eitt ferðafólkaflogfar við 189 fólkum umborð er dottið niður uttan fyri indonesisku oynna Java í nátt.
Tað skrivar AFP.
Indonesiska lágprísflogfelagið Lion Air átti flogfarið, sum fekk trupulleikar stutt eftir fráferð úr Jakarta. Flogskiparin náddi at senda neyðarkall, áðrenn flogfarið hvarv av radaranum.
Leivdir eftir flogfarið eru funnar á havinum einar 60 kilometrar frá Java, og stórt bjargingararbeiði er í gongd.
Enn er ógreitt, hví flogfarið datt niður, og um nakar yvirlivdi.
Flogfarið var ávegis frá Jakarta til býin Pangkal Pinang á oynni Bangka-Belitung eystan fyri Sumatra.