Flogfar dottið niður í Venesuela

46 fólk vóru í flogfarinum, sum eftir øllum at døma er dottið niður í fjøllunum har vesturi í Venesuela Flogeftirlitið misti sambandið við flogfarið, tá tað var á veg úr Merida til Caracas í gjárkvøldið.

Tey fyrstu tíðindini frá myndugleikunum søgdu bara, at eitt flogfar var horvið, men seinni kom fram, at eygnavitni høvdu sæð eitt flogfar detta niður.

Myndugleikarnir hava sent bjargingarlið at leita í fjøllunum, sum eru meiri enn 4.700 metrar høg.

Flogfarið var av slagnum ATR42, og venesuelska flogfelagið Santa Barbara Airlines átti tað.