Flogfar hjá Atlantsflog árent í Kastrup

Eitt av flogførunum hjá Atlantsflogi, sum skuldi koma úr Kastrup í gjárkvøldið, fór ikki avstað sum ætlað. Tá Pushback-bilurin hjá SAS skuldi skumpa flogfarið frá gate í Kastrup, kom bilurin í flogfarið, og kom, sambært ferðafólkum sum vóru við, hol á flogfarið.

Av tí sama noyddust ferðafólkini, sum skuldu við flogfarinum, úr flogfarinum aftur. Tey máttu bíða eftir einum øðrum flogfari, sum var ávegis til Keypmannahavnar.

Henda seinking gjørdi, at ferðafólkini, sum eftir ætlan skuldu vera í Vágum klokkan 20.30 ikki vóru í Vágum fyrr enn klokkan 23 í gjárkvøldið.

Skaðin verður nú bøttur, áðrenn flogfarið kann setast í rakstur aftur.