Flogfar hjá Atlantsflog komið aftur av Tenerifa

Flogfarið, sum hevur verið langtíðarleigað til eitt felag á Tenerifa, er nú komið aftur í Vágar

Atlantsflog boðaði í morgun frá, at vegna nógv økta virksemið hjá felagnum, so fer felagið at seta fjórða flogfarið í flúgving fyri felagið.

Talan er um Airbus A-319 flogfarið hjá Atlantsflog, sum hevur verið langtíðarleigað til eitt felag á Tenerifa.

Við útvarpið segði Jóhanna á Bergi, at tey hava uppsagt sáttmálan, tí tey hava brúk fyri flogfarinum.

Ætlanin var, at felagið skuldi hava tvey nýggj A-320 Neo flogfør, eitt næsta ár og eitt aftur í 2024. Men hendan ætlanin varð útsett, tá korona legði alla flúgving lamna.

Men hesi flogfør koma kortini til felagið, men tað verður í 2027 og 2027.

A-319 flogfarið hjá Atlantsflog er komið av Tenerifa í Vágar.