Flogfar mundi dottið niður av einum vindblaki

Tað var um reppið, at eitt týskt flogfar við 137 fólkum umborð datt niður, tá tað fekk eina hvirlu undir lending í Hamburg um vikuskiftið

 

 

Tey 137 fólkini umborð á Airbus-flogfarinum úr München til Hamburg leygardagin fara seint at gloyma sekundini, tá eitt vindblak sendi flogfar teirra til viks, júst sum tað var á veg niður ímóti lendingarbreytini í Hamburg.

 

Flogskiparin hevði ilt við at halda javnvág á flogfarinum, so hann gjørdi av at taka tað upp frá aftur heldur enn at royna at seta tað á flogvøllin. Týska loftferðslueftirlitið sigur, at flogskiparin tók ta einastu røttu avgerðina. Hevði hann roynt at seta flogfarið á vøllin, kundi tað enda í einari sannari vanlukku, sigur ein talsmaður fyri loftferðslueftirlitið við blaðið Stern.