Flogfar við 145 ferðafólkum neyðlent í Kastrup

Eitt flogfar av slagnum Boeing 737 neyðlendi í Kastrup umleið klokkan 10.15 í morgun Alt gekk tó væl, tá flogfarið, ið er av slagnum Boeing 737 neyðlendi í Københavns Lufthavn í Kastrup umleið klokkan 10.15 við einum skaddum høvuðshjóli. Umborð á flogfarinum, sum flogfelagið Jet Time eigur, vóru sambært løgregluni í Keypmannahavn 145 ferðafólk, harav 22 børn.

Flogfarið fleyg millum Keypmannahavn og Billund, tá flogskiparin fann útav, at okkurt var áfatt við einum av høvuðshjólunum, og vendi við. Áðrenn flogfarið kundi seta seg, mátti tað brenna alt tað neyðuga brennievnið, til tess at minka um vavið á einari møguligari vanlukku.

Tilbúgvingin á floghavnini var fyrireikað til tað ringasta, og hendingin varð sambært løgregluni handfarin sum ein sokallað »Standby 3 - støða«. Hetta merkir, at mann væntar eina vanlukku, tá lent verður.

Hetta hendi til alla eydnu ikki, tá tað eydnaðist flogskiparanum at lenda flogfarinum á vanligan hátt.

Trupulleikin var við einum av høvuðshjólunum á flogfarinum, sum var flosnað. Hetta varð staðfest av einum F-16 flogfari, sum kannaði skaðarnar í luftini. Sambært heimasíðuni hjá Ingeniøren, ing.dk, vóru tað gummistykkir, sum vórðu funnin á flogbreytini í Billund stutt eftir at flogfarið var farið á flog, sum útloystu alarmin, og sambært serfrøðingunum er tað ikki óvanligt at hjólini á flogførum missa slitbanan.

Flogfarið var á veg úr Billund til Lanzarote.

Kelda: www.bt.dk