Flogfar við sjúkum fólkum lendi í Kastrup

Fleiri fólk vórðu alt í einum illa fyri umborð á einum SAS-flogfari á veg úr Spania til Svøríkis

(Mynd: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix)

Í nátt mátti eitt SAS-flogfar, sum kom úr Malaga við kós ímóti Stockholm, lenda á flogvølinum í Kastrup. Orsøkin var, at fleiri fólk umborð – eisini starvsfólk – vórðu blivin illa fyri. Tey fingu kválma.

 

– Av trygdarávum var avgjørt at lenda í Keypmannahavn. Vit vildu ikki taka nakran kjans, um okkurt umborð á flogfarinum gjørdi fólkini sjúk, sigur Irena Busic, fjølmiðlaleiðari hjá SAS, við svenska Aftonbladet.

 

140 fólk vóru við flogfarinum, sum lendi uttan trupulleikar. Nú verður flogfarið kannað.

 

– Teknikkarar kanna flogfarið fyri at vita, um tað var nakað við flogfarinum, sum gjørdi fólkini sjúk, ella um tað var tilvild, sigur Irena Busic við Aftonbladet.

 

Tey 140 ferðafólkini sleppa til Stockholm við øðrum flogfari í dag.

 

(Mynd: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix)