Í seinastu viku skrivaðu vit, at flogfarið hjá Atlantsflog kom fyrr aftur av verksmiðjuni í Bretlandi, har tað er til høvuðseftirlit av teirri orsøk, at leiguflogfarið, sum Atlantsflog hevði leigað, meðan teirra egna var til eftirlit var kallað aftur til Svøríkis.
Ætlanin var, at flogfarið hjá Atlantsflog skuldi taka flúgvingina uppaftur longu mikudagin, men mongum brestir ætlan, sum orðafelli sigur.
Soleiðis var eisini í hesum føri hjá Atlantsflog, tí hóast teir høvdu ætlanir um at byrja flúgving mikudagin, so varð hetta kortini av ongum, tí verksmiðjan var ikki liðug við flogfarið týsdagin, og hon er heldur ikki liðug við tað enn.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at orsøki ner tann, at tað tók væl longri tíð at gera eftrilitsarbeiði enn upprunaliga ætlað.
? Ein orsøk er, at eykalutirnir til flogfarið eeru ikki komnir fram til tíðina, meðan ein onnur orsøk er, at nakrar uppgávur tóku væl longri tíð enn fyrst mett.
Hvussu kann tað bera til?
? Tað eru so nógv »jobbkort«, sum skulu gangast ígjøgnum í einum slíkum eftirlitið, og nøkur av hesum »jobbkortum« krevja, at tað bert verður arbeitt við teimum. Hetta merkir so, at tað verða nakrar uppgávur, sum verða lagdar stillar og so dregur tíðin út, sigur Magni Arge.
Nýggja trygdarútgerð
Í sambandi við, at alheims trygdarkrøvini verða herd, verður nýggj trygdarútgerð eisini sett í flogfarið hjá Atlantsflog.
Hetta er ein sokallað TCAS skipan, og sum skilst verður tað krav, at øll flogfør skulu hava hesa útgerð innan langa tíð.
? Hetta er eitt ógvuliga drúgt arbeiði, tí tað skulu dragast so øgiliga nógvir leidningar, sigur Magni Arge.
Eftir tí sum skilst, so liggur ein partur av seinkanini í hesari uppgávuni.
Flúgva aftur
sunnudagin
Sum sagt, so gongur tað ikki altíð eftir ætlan og tí hevur Atlantsflog roynt sum frægast at klára seg gjøgnum vikuna.
Tað er eftir øllum at døma torført at leiga flogfar eftir stuttari tíð, men tað er eydnast Atlantsflogi at fáa sviar at gera onkrar túrar við tí flogfarinum, sum teir fingu aftur í vikuni. M. a. fleyg svenska flogfarið í gjár seinnapartin ein túr og í dag hevur Atlantsflog leigað sær flogfar frá týska felagnum WDL, at flúgva túrarnar hjá Atlantsflog í dag og ovurmorgin.
Einasti túrurin, sum beinleiðis er avlýstur, var tann til Aberdeen í gjár. Ferðafólkini við vanliga túrinum til Keypmannahavnar máttu eisini bíða nakrar tímar, men tey fóru so í gjárkvøldið kortini.
Tá fóru øll ferðafólkini til Keypmannahavnar. Eisini tey, sum ætlaðu sær til Abeerdeen fóru til Kastrupí fyrsta umfari. Tey vóru síðani beind víðari til Skotlands haðani.
Flogfarið hjá Atlantsflog kemur væntandi aftur av verksmiðjuni leygardagin og fer so aftur í vanliga rutuflúgving sunnudagin, upplýsir Magni Arge, stjóri.