Flogfarið, sum datt niður í Libya í morgun, sprongdist, beint áðrenn tað kom til lendingarbreytina á flogvøllinum í Tripoli. Bara ein átta ára gamal drongur úr Niðurlondum slapp frá vanlukkuni á lívi. Hini 103 doyðu.
Flogfarið, sum felagið Afriqiyah Airways, átti, fór í smildur av spreingingini. Aftari endi er tað størsta pettið, sum er eftir av tí.
Sum skilst hava myndugleikarnir funnið teir báðar svørtu kassarnar hjá flogfarinum, og bjargingarlið leita eftir fartelefonum, sum kanska kunnu siga, hvørji tey deyðu eru.
Flogfarið kom úr Johannesburg í Suðurafrika, og BBC segði í morgun, at fólk úr fleiri londum vóru í flogfarinum.