Flogfarið við deyðu donsku hermonnunum er lent

Herdeildin hjá Ólavi Mørkerø hevði eina minnisstund fyri teimum falnu hermonnunum fyrr í dag. Herdeildin hjá Ólavi Mørkerø av Eiði, sum nevnist Garderhusarregimentet hevði eina minnisstund tá flogfarið við kistunum hjá Casper Alexander Cramer og Mark Visholm lendi á flogvøllinum í Roskilde fyrr í dag. ?Vit hava fingið ein nýggjan dato í søguni hjá Garderhusregimentinum, sum vit helst vildu verið fyri uttan. Men vit kunnu ikki broyta hendan ræðuliga veruleikan. So vit mugu læra at liva við tí.? segði hernaðarleiðarin Ib Hedegaard Sørensen, obertur undir minnisstundini. Donsku hermennirnir blivu dripnir undir bardaga í Gereshk-dalinum í Afganistan, í farnu viku.