Í morgun noyddist eitt flogfar av slagnum Boeing 757 at neyðlenda í Juan Santamaria International Airport á Costa Rica.
Reuters veit frá lokalum tíðindafólki at siga, at flogskipararnir stutt eftir fráferð løgdu til merkis, at flogfarið hevði hydrauliskar trupulleikar.
Flogfarið vendi við aftur, og flogskipararnir bóðu um at sleppa at neyðlenda á flogvøllinum, haðani teir vóru farnir avstað.
Í endanum á breytini rendi flogfarið seg í eina grøv við síðuna av breytini, og úrslitið varð, at flogfarið fór í tvey.
Sambært lokalum miðlum vóru eingi ferðafólk við flogfarinum, og báðir flogskipararnir sluppu likamliga óskalaðir frá hendingini.
Flogfarið, sum DHL Aero Expreso eigur, skuldi úr Costa Rica til Guatemala, tá vanlukkan hendi.
Boeing 757 var einar 50 minuttir á flogi, áðrenn tað setti seg aftur, og hildið verður, at hetta varð gjørt fyri at minka um brennievni og vekt.