Nú verður vónað, at tað skal bera til at avgreiða nógv av seinkaðu flogførunum í kvøld og í nátt Flogferðlsan hevur verið nógv órógvað at mjørka í dag. Sambært ferðaætlanini skuldu átta flogfør havt lent í Vágum í dag. Fyrsta flogfarið úr Keypmannahavn lendi klokkan eitt korter til ellivu fyrrapartin, men síðani hevur einki flogfar lent fyrrenn fyri einari lítlari løtu síðani, tá ið eitt flogfar lendi.
Fleiri flogfør hava verið yvir vøllinum í dag. Tá ið tað ikki hevur eydnast at lenda, eru tey farin til Bergen, Stavanger og Haugesund, har eitt flogfar lendi fyri løtu síðani.
Ætlanin er nú, at flogførini skulu lenda í kvøld, í nátt og tíðliga í morgin. Nú eru floglíkindi, og nógv ferðafólk bíða eftir at sleppa avstað.
Tvey flogfør til Keypmannahavnar og eitt til Stokhólm fóru úr Vágum fyrrapartin. Nú klokkan 22.25 fer eitt til Keypmannahavnar.