? Vit hava fleiri prógv fyri, at flogskiparar víkja oftari frá trygdarreglunum, tá teir flúgva í Norðurnoregi enn aðrastaðni.
Soleiðis stóð í einari frágreiðing, sum leiðslan í SAS gjørdi fyri trimum árum síðani, og sambært norska útvarpinum hava teir flestu flogskipararnir váttað, at tað er so.
Jørgen Bue hjá SAS sigur, at lendið í Norðurnoregi gera, at flogførini hava ikki so góða tíð til at taka seg niður ímóti flogvallunuml, og tí eru lendingarnar ofta harðari har enn aðrastaðni. Men lendið hevur ikki alla skyldina. Flogskiparar, sum norska útvarpið hevur tosað við, siga, at tað hendir meiri enn so, at trygdarreglurnar verða brotnar, tá tað snýr seg um at tillaga ferðina inn ímóti lendingarbreytini.
Kanningin hjá SAS avdúkar eisini, at tað eru serliga teir eldru flogskipararnir, sum bróta trygdareglurnar, ivaleyst tí at teir leggja ikki sama týdning í reglurnar sum teir yngru.