Ein nýggj kanning av flogvanlukkuni, tá ið Air France flogfarið AF 447 úr Rio de Janeiro datt niður í Atlantshavið, er sera atfinningarsom ímóti flogskiparunum umborð. 228 fólk doyðu í flogvanlukkuni, sum hendi í 2009.
Kanningin vil vera við, at flogskipararnir høvdu ikki gjøgnumgingið allar fastar mannagongdir, áðrenn flogfarið datt niður. Eisini verður sagt at kapteynurin var ikki í stýrhúsinum, tá ið vanlukkan hendi. Kapteynur hvíldi seg aðrastaðni í flogfarinum, og kanningin sigur, at annarflogskiparin hevði ikki neyðugu venjingina í at klára turbulensstøðuna, sum flogfarið kom í.
Áður hevur onnur kanning víst, at tøkniligir feilir í Airbus A330 flogfarinum høvdu ávirkan á tilburðin, men nýggja frágreiðingin, sum er partur av einari løgfrøðiligari kanning, fríkennir Airbus og leggur ábyrgdina á flogskipararnar hjá Air France.
Franska flogfelagið hevur afturvíst niðurstøðuna í kanningini og sigur seg ikki hava álit á serfrøðingunum, sum hava gjørt kanningina.