Hósdagin fara flogskipararnir hjá SAS í Noregi, í verkfall, tað skrivar dn.no
Tey siga at samráðingarnar slitnaðu í morgun og at hósdagin er verkfallið veruleikin. Annars er nýggjur sáttmáli júst gjørdur ímillum SAS og flogskipararnar í Svøríki og í Danmar, og norsku flogskipararnir siga, at høvdu teir fingið somu sømdir, lagað til norsk viðurskifti, slapst undan verkfalli.
Men kemur SAS við einum nýggjum tilboði, eru flogskipararnir til reiðar at sessast aftur við samráðingarborðið.
Hinvegin sigur arbeiðsgevarin, at krøvini frá norsku flogskiparunum vóru munandi størri enn tey vóru hjá donsku og svensku flogskiparunum.