Teir donsku flogskipararnir hjá SAS havnaðu í gjárkvøldið uppskotinum frá leiðsluni um umfatandi sparingar.
-Vit kunnu ikki góðtaka eini kravboð, tí vit vita ikki, hvørjar avleiðingar tey fáaa, sigur formaðurin í danska flogskiparafelagnum, Lars Bjørking, við Politiken. Hann leggur tó afturat, at felagið er til reiðar at samráðast við leiðsluna.
Lars Bjørking vísir í hesum viðfangi á, at síðani 2009 hava flogskipararnir hjá SAS góðkent sparingar upp á tilsamans 35 prosent, og tá eru tey 10 - 15 prosentini, sum leiðslan nú krevur, ikki tald við.
SAS-stjórin, Rickard Gustafson, hevur sagt, at allir starvsfólkabólkarnir skulu góðtaka spariætlanina. Gera teir ikki tað, má SAS gevast við virkseminum, sigur hann.