Flogskipararnir høvdu ov gamalt veðurkort

Nógv bendir á, at vanlukkan við Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið tann 1. jun, var ongantíð hend, um flogskipararnir høvdu havt atgongd til eitt nýggjari veðurkort enn tað, sum teir høvdu. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum felagið hjá flogskiparunum í Air France hava kunngjørt.

Har stendur, at veðurkortini, sum flogskipararnir í flogfarinum høvdu lagt ferðina um Atlantshavið eftir, vóru eitt samdøgur gomul. Men teir kundu havt fingið nýggjari veðurkort, sum vístu, at illveður var á leiðini úr París til Brasil, skrivar flogskiparafelagið í frágreiðingini.

Vanlukkan kostaði næstan 300 mannalív.