Flogskiparaverkfall hevur kostað 900 milliónir

Flogskiparaverkfallið hjá flogskiparunum hjá SAS hevur verið orsøk til 2.550 avlýsingar. Tað hevur rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk

Flogskiparaverkfallið hevur higartil kostað SAS upp ímóti 900 milliónir krónur.

 

Tað metir flogfelagið, upplýsa tey í einum tíðindaskrivi í dag.

 

Tað svarar til ein miss upp á umleið 90 milliónir krónur um dagin. Flogskipararnir fóru í verkfall fyri tíggju døgum síðani – tann 4. juli.

 

Verkfallið hevur harumframt verið orsøk til 2.550 avlýsingar av flogferðum. Tað hevur rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk higartil.

 

/ritzau/