Flogskiparin á amerikanska flogfarinum, sum setti seg í Hudson-ánna, fær æruna av, at eingin doyði Chesley B. Sullenberger, sum var flogskipari á amerikanska Airbus 320-flogfarinum, sum neyðlendi í Hudson-ánni í New Yoprk í gjárkvøldið, fær nógv rós fyri at hava bjargað bæði ferðafólki og manning.
Sagt verður, at hann fyrireikaði ferðafólkini væl til neyðlendingina, og at hann vissaði sær, at øll vóru sloppin út í øllum góðum, áðrenn hann fór sjálvur.
Sagt verður eisini, at hann fór tvær ferðir um alt flogfarið fyri at tryggja sær, at eingin var eftir umborð. Øll tey 155 ferðafólkini og manningin sluppu frá neyðlendingini á lívi.