Flogskiparar eru eisini drignir inn í kjakið. Millum annað eru vit í fjølmiðlunum lagdir undir at hava sátt iva um trygdina í dagligu operatiónini hjá Atlantic Airways, eins og vit eru lagdir undir onnur ting.
Flogskiparafelag Føroya kennir seg tí noytt til at siga nøkur orð um málið.
Fyri tað fyrsta mugu vit staðiliga afturvísa, at ivi er um trygdina! Vit sita sum evstu ábyrgdarar fyri hundraðtals ferðafólki dagliga. Var minsti ivi um ta operationellu trygdina, so hevði eingin flogskipari sett seg umborð á nakað flogfar.
Men greitt er kortini, at flogvallarviðurskiftini í Føroyum ikki eru optimal. Flogbreytin í Vágum er stutt og smøl, og ger hetta, at bert ávísar flogtypur kunnu brúkast – sjálvt tey vælegnaðu BAE/RJ-flogførini, sum nýtt verða nýtt í dag, hava avmarkingar í Vágum.
Ført hevur verið fram farnu vikurnar, at ein longdur flogvøllur fer at kollvelta flúgvingina radikalt.
M.a. hevur verið sagt, at vit mugu fara undir at dagføra Vága Floghavn við tí grundgevingin, at tað fer at geva betri trygd og reglusemi.
Hetta skilja vit ikki. Tí, sum sagt: Trygdin er í lagi sum nú er. Tá ivamál eru, lenda vit ikki i Vágum. Vit lenda bara, tá tað er trygt at lenda.
Og um so var, at trygdin ikki var í lagi, eiga allar útbyggingar at verða steðgaðar beinanvegin. Tí vit kunnu ikki rokna við, at ein longri vøllur hevur við sær tær stóru broytingarnar.
Einastu broytingar, vit kunnu rokna við, eru, at verandi flogfør kunnu økja um lastina, og at størri flogfør kunnu nýtast, hesi tó við somu avmarkingum sum verandi flogfør hava á verandi vølli.
Flestu forðingarnar í Vágum eru ikki orsaka av einum ov stuttum vølli. Tær eru orsaka av vánaligum sýni, vindi av lágætt, (sunnan og útsynningur sunnan), og norðanvindi á vetri (síðuvindur og kavi).
Sørvágsfjørður kann stundum vera avbjóðandi, og tí eru eisini avmarkingar har.
Tað hevur í kjakinum verið ført fram, at um ein skal sleppa undan Sørvágsfirði, kann ein bara flúgva inn yvir Miðvág við undanvindi (sunnanvindi) – hetta, eftir at flogvøllurin er longdur.
Til hetta mugu vit siga, at meira enn tjúgu ára royndir hava lært okkum, at hetta er ikki annað enn ynskidreymar – tann dagin tú ikki hættar tær at flúgva inn gjøgnum Sørvágsfjørð, skal tú halda teg burtur! Innflúgving yvir Miðvág á sunnanætt, er um nakað, enn torførari enn innflúgving vestanífrá.
Flogskiparafelag Føroya er ikki ímóti eini útbygging av flogvøllinum.
Men vit vilja við hesum eftirlýsa meiri nágreiniligum og sakligum grundgevingum enn teimum uppáhaldum um trygd og reglusemi, sum førd hava verið fram. Tí við støði í okkara royndum mugu vit siga, at vit duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva betur trygd og reglusemi.
Vinarliga
Flogskiparafelag Føroya