Finska løgreglan sigur, at tað vóru fallskíggjaleyparar, sum vóru í flogfarinum, og at tríggir teirra sluppu við lívinum og eru fluttir á sjúkrahús. Hinir átta vórðu funnir deyðir inni í vrakinum.
Vanlukkan hendi um trýtíðina seinnapartin í Jämijärvi í Satakunta, sum er í útsynningspartinum av Finnlandi, og sum er kent sum miðstøð fyri fallskíggjalop. Sambært bjargingartænastuni høvdu øll í flogfarinum fallskíggja uppi á sær.
Finskir fjølmiðlar skriva, at flogfarið fleyg lágt, tá tað fekk trupulleikar og rakti nøkur trø nærhendis flogvøllinum.