Ein flogvanlukka í Kenya hevur eftir øllum at døma kravt 17 mannalív Talan er um eitt flogfar hjá ST, sum flutti neyðhjálp til fólk har eysturi í Kongo.
Myndugleikarnir í Kongo siga, at flogfarið hvarv í gjár, og at vrakið er funnið á einum fjalli í dag.
17 fólk vóru við flogfarinum, og sambært teimum lokalu myndugleikunum er eingin funnin aftur á lívi.