Flogvanlukkan kravdi fýra mannalív

Flogvanlukkan uttan fyri Moskva í dag hevur eftir øllum at døma kravt fýra mannalív. Tað skrivar tíðindasíðan Russia Today, sum sigur seg hava upplýsingarnar frá einum embætismanni í russiska innanríkisráðnum.

Tað hava verið ymisk tíðindi um, hvussu mong fólk vóru í flogfarinum. Summir fjølmiðlar siga, at tey vóru átta, aðrir aiga, at tey vóru 12. Vnukovo-floghavnin sigur, at bara starvsfólk hjá flogfelagnum vóru í flogfarinum.

Sambært Russia Today doyðu flogskiparin, stýrimaðurin, ein flogmekanikari og eitt kabinustarvsfólk. Hini hava fingið skaða og eru flutt á sjúkrahús í Moskva.