Flogvanlukkan í Luxenbourg

Týska flogskiparafelagið sigur, at flogvanlukkan í Luxenbourg mikudagin er ein stór gáta. Flogfarið hevði júst verið til umvælingar

Flogvanlukka
Árni Joensen:

Alt gekk, sum tað átti, tá Fokker 50-flogfarið nærkaðist floghavnini í Luxenbourg fyrrapartin mikudagin, men fimm kilometrar frá lendingarbreytini datt flogfarið brádliga niður. Umborð vóru 22 fólk, og bara tvey teirra sluppu frá vanlukkuni á lívi. Annað teirra var tann 27 ára gamli flogskiparin. Hitt var eitt av teimum 19 ferðafólkunum.
Í gjár fóru serfrøðingar undir at kanna innihaldið í tí svarta kassanum og ferðskrivaranum í flogfarinum, men í Týsklandi undrast flogskiparafelagið á, at flogfarið datt niður. Talsmaðurin hjá felagnum, Georg Fongern, segði í gjár, at vanlukkan er ein stór gáta. Sambært talsmanninum var alt í lagi umborð á flogfarinum bara nakrar fáar minuttir, áðrenn tað datt niður.
Sýnið var vánaligt í Luxenbourg hendan fyrrapartin, men tað er vanligt á teimum leiðunum hesa tíðina á árinum. Samferðslumálaráðharrin í Luxenbourg, Henri Grethen, segði í gjár, at hóast sýnið var vánaligt, var tað ikki verri enn vanligt. Hann vísti eisini á, at fleiri onnur flogfør lendu á flogvøllinum uttan nakrar trupulleikar.
Vanlukkan mikudagin var tann fyrsta hjá felagnum Luxair, sum varð stovnað fyri 40 árum síðani. Flogfarið, sum datt niður, hevði verið til umvælingar, og ferðin úr Berlin til Luxenbourg mikumorgunin var tann fyrsta aftan á umvælingina.
Tey flestu ferðafólkini umborð á flogfarinum vóru týsk handils- og vinnulívsfólk.