Flokkurin hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra, Sameint Russland, fekk ein frammaná á tjóðartingsvalinum í Russlandi í dag. Eftir teimum fyrstu upplýsingunum hevur flokkurin fingið 48,5 prosent av atkvøðunum. Talan er sostatt um eina stóra afturgongd, tí á valinum í 2007 fekk flokkurin 64 prosent av atkvøðunum.
Eygleiðarar í Moskva siga, at verður úrslitið tað, sum tey fyrstu tølini siga, fær Sameint Russland 220 av teimum 450 tinglimunum og missir sostatt meirilutan, sum hann hevur havt higartil. Á valinum fyri fýra árum síðani fekk flokkurin 315 tinglimir.
Sameint Russland kann kortini varðveita valdið, tí hann kann fáa stuðul frá øðrum flokkum.