Floksformaður skotin í USA

Formaðurin hjá demokratunum í amerikanska statinum Arkansas varð myrdur í gjár

Stutt fyri middag lokala tíð í gjár kom ein maður inn á skrivstovuna hjá demokratiska flokkinum í býnum Little Rock í Arkansas og spurdi eftir formanninum, Bill Gwatney. Løtu seinni skjeyt maðurin trý skot eftir floksformanninum, og í gjárkvøldið doyði Bill Gwatney.

Fyrrverandi forsetin Bill Clinton er ættaður úr Arkansas og var guvernørur har, áðrenn hann bleiv forseti, og tað vóru hann og Hillary Clinton, sum í gjárkvøldið boðaðu frá, at Bill Gwatney var deyður.

Drápsmaðurin er eisini deyður. Hann royndi at sleppa undan løgregluni, men í einum skoitbardaga við løgregluna varð hann so illa særdur, at hann doyði á sjúkrahúsinum í morgun, skrivar AP. Sambært løgregluni var drápsmaðurin 50 ára gamal og var vorðin arbeiðsleysur fyri stuttum.