Flopp!

Fótbóltur: Úrslitið móti Estlandi hóskvøldið má metast sum eitt tað vánaligasta síðani Føroyar fóru upp í altjóða kapping fyri átta árum síðani

Tá Jens Martin Knudsen í 41. minutti av EM-undandystinum millum Estland og Føroyar tók beinini undan estlendska áleyparanum Indrek Zelinski, vistu øll, at uppgávan hjá føroyingum fór at gerast sera trupul.

Støðan var tá 1-0 til Estland, Jens Martin varð vístur av vøllinum, og føroyska liðið minkaði niður í 10 mans. Venjarin Allan Simonsen noyddist at offra ein útispælara og valdi at taka Jan Allan Müller út. Sostatt spældu Føroyar restina av dystinum við einum áleypara, og tá so estlendski liðskiparin Martin Reim sum væntað skoraði til 2-0 upp á brotssparkið, sum Jens Martin gjørdi, vóru allar vónir hjá føroyingum um at fáa stig horvnar sum døgg fyri estlendsku kvøldarsólini.

Fram til tá hevði dysturin verið rímiliga javnur við eini lítlari estlendskari yvirvág, sum er væntandi, tá tað er heimaliðið, sum skal skapa dystin.

Men síðani fór føroyska liðið heilt niður við flagginum, og endaliga úrslitið 5-0 til Estland má metast sum eitt tað vánaligasta úrslitið ? kanska tað allarvánaligasta ? føroyingar hava fingið, síðani vit fóru upp í altjóða kapping fyri skjótt átta árum síðani.


Ongar avleiðingar

Tað byrjaði annars ikki so galið. Føroyingar byrjaðu dystin, og Julian Johnsson setti ferð á frameftir beinanvegin og vann Føroyum eitt hornaspark. Tað fekk Jan Allan Müller høvdið á, men hann rakti ikki málið. Men ein góð byrjan, sum gav vónir um, at føroyska liðið kundi fáa okkurt burtur úr hesum dystinum.

Men alt datt sundur í seinna hálvleiki, og tað kann ikki bert skyldast, at føroyska liðið spældi við tíggju monnum móti teimum ellivu hjá Estlandi allan seinna hálvleik.

Hugburðurin hjá føroysku spælarunum til dystin tóktist vera heilt við síðuna av, og á tíðindafundinum aftan á dystin vísti Allan Simonsen eisini á, at spælararnir ikki vóru til reiðar sálarliga, tá dysturin byrjaði.

Um úrslitið fær avleiðingar fyri venjarastarvið hjá Allan Simonsen er ilt at siga, men tað fær tað neyvan. Allan Simonsen er eitt stórt navn og hevur eisini gjørt nógv fyri landsliðið og føroyskan fótbólt, men lítið av tí sást aftur á Kadrioru-vøllinum í Tallinn hóskvøldið. Føroyski landsliðsvenjarin kann í øllum førum fegnast um, at Føroyar ikki liggja í Suðureuropa, tí har hevði eitt úrslit sum tað móti Estlandi verið uppsagnargrund.

Harafturat gongur sáttmálin millum venjaran og Fótbóltssambandið ikki út enn á sinni, og um FSF skal rinda Allani Simonsen endurgjald fyri at siga sáttmálan upp, kann tað taka fíggjarliga grundarlagið undan øllum landsliðsarbeiðnum hjá Fótbóltssambandinum.


Allir vóru tøkir

Men tað er ein sannroynd, at burtursæð frá Óla Johannesen hevði venjarin allar teir spælarar við sær, sum hann vildi hava, og tað hevur hann ikki altíð havt fyrr, hóast úrslitini tá hava verið nógv betri enn hesaferð. Sostatt var einki galið við fyritreytunum undan dystinum. Venjarin er ikki kendur fyri at tora væl at geva nýggjum spælarum kjansin, men hesa ferð slapp Sámal Joensen so at byrja inni fyri Magna Jarnskor. Jákup Mikkelsen fekk endiliga kjansin. Ikki frá byrjan, men tí Jens Martin Knudsen fekk reyða kortið, og tað er ongantíð stuttligt at byrja ein dyst við at skula taka eitt brotsspark og forða fyri, at 1-0 verður til 2-0.


Einki lært

Í Føroyum verður altíð sagt, at vit eru bert 45.000 fólk, og at vit ikki skulu vænta okkum tað stóra. Men um so er, hví eru vit so við? Avoldaði setningurin um, at »vit eru við fyri at læra« er tíbetur langt síðani lagdur á hillina, men í dystinum móti Estlandi sá ikki út til, at føroyingar høvdu lært nakað sum helst. Føroyska landsliðið eigur at kunna vinna á Estlandi (og í øllum førum ikki tapa 5-0) og tað gjørdu teir eisini fyri bert einum ári síðani. Estlendska liðið tá var ikki fullmannað, men tað var tað føroyska heldur ikki ? og átta av spælarunum, sum vóru á estlendska liðnum í Tartu fyri einum góðum ári síðani, vóru eisini við í Tallinn hóskvøldið.

Tá tað ber til at avmarka eitt tap niðri í Spania til 1-3 og 0-3 í Moskva, kann eitt úrslit sum 0-5 móti Estlandi, sum í fótbóltshøpi er komið styttri enn Føroyar, ikki brúkast til nakað sum helst, og allar umberingarnar verða ongantíð til meira enn tað tær eru ? umberingar.

Og umberingar røkka bert til eitt víst.

Havandi í huga undanfarin úrslit, tíðina á árinum ? allir spælararnir eiga at vera so væl fyri sum teir kunnu blíva ? og mótstøðuliðið, so liggur úrslitið móti Estlandi hóskvøldið tætt upp ímóti at vera tað vánaligasta hjá føroyska A-landsliðnum, síðani Føroyar fingu limaskap í FIFA og UEFA fyri tíggju árum síðani. Nú kann tað bert ganga ein veg ? uppeftir ? tí føroyska liðið rakti botnin í Tallinn móti einum liði, sum í roynd og veru ikki var serliga gott. Men tað var altso nóg gott til at skjóta fimm mál móti einum føroyskum liði, sum ongantíð kom í gongd.