Týsdagin legði reiðarin og línuskipaeigarin í Klaksvík, Óli M. Lassen, ein greinastubba við fleiri frálíkum myndum út á sína heimasíðu.
- Í dag landaði útróðrarbáturin Nakkur hjá NFCS í Klaksvík, og teir høvdu roynt við línu á Føroyabanka.
Og Óli M. Lassen greiðir soleiðis frá:
- Menn komu á støð, og skiparin helt fyri, at hetta var góður toskur, og hann var ikki rak. Hetta vóru menn samdir um.
Reiðarin vísir á, at sjálvt um toskurin ikki er eins væl í holdum, sum um heystið, so sær fiskurin gott út.
- Teir høvdu góð 9.000 pund at stórum toski, og bert ein slánur varð fingin á Bankanum. Útyvir henda slánin, var tað bara yvirvaksin toskur.
Lesið og síggið fleiri myndir, sum Óli M. Lassen hevur lagt út á leinkjuni her niðanfyri:
https://24fo.news/index.php/2026/06/02/flottur-toskur-av-foeroya-banka/
##med2##












