Flutti gott 12.000 ferðafólk ímillum Suðuroy og Havnina

Sostatt minkaði bæði ferðafólkatalið og flutningurin um Suðuroyar heilt munandi hesar vikurnar, Claymore sigldi ímillum Suðuroynna og Havnina ímeðan Smyril var á beding

Flutningurin á rutuni ímillum Suðuroynna og Havnina minkaði heilt nógv ta tíðina, Claymore røkti siglingina fyri Smyril, ímeðan hann var á beding.

Strandferðslan hevur gjørt hagtøl yvir flutningin av fólki, akførum o.a., sum Claymore flutti á Suðuroyarfarleiðini ta tíðina, hon sigldi, tað var frá týsdegnum 16. mai til fríggjadagin 23. juni.

Og úrslitið vísir, at hesa tíðina flutti Claymore 12.170 ferðafólk og 3.085 akfør. Av akførunum var talan um 2.430 persónbilar, 405 treylarar, 240 lastbilar og 10 lutir av øðrum lutum.

Strandferðslan sigur, at tað mesta, sum varð flutt uppá ein dag varð 660 ferðafólk og 93 akfør.

Tað var 12. juni, tá ið heilir seks einstakir túrar vórðu gjørdir.

Tilsamans sigldi Claymore 150 einstakar túrar eftir ferðaætlanini, sum varð løgd fyri tað.

Til samanberingar kann nevnast, at hesa somu tíðina í fjør flutti Smyril 16.223 ferðafólk og 3.968 akfør.

Samanumtikið er sostatt talan um 4.053 færri ferðafólk og 833 færri akfør. Talan er sostatt um eina minking í ferðafólkatalinum uppá heili 25% og eina minking í flutninginum upp á 39%.

Smyril tekur tilsamans 110 akfør og 800 ferðfólk um summari og 495 ferðafólk um veturin.

Claymore tók 300 ferðafólk og 50 akfør ella sjey treylarar uppá 12 metrar hvør og 20 akfør afturat. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh