Upprunaliga skuldi Kim Wilde spæla konsert í Danmark sama leygarkvøld, sum hon hevur framførslu í Klaksvík. Poppstjørnan tók sjálv avgerð um at flyta donsku konsertina Í dag hevur Summar Festivalurin boðað frá, at Kim Wilde kemur á festivalin at spæla, og tað eru stór tíðindi hjá teimum sum dáma heimskend popphitt.
Men tað var um reppið, at vitjanin hjá Kim Wilde í Føroyum ikki lat seg gera. Men alt bar til, tí Kim Wilde sjálv tók um endan og gjørdi greitt, at hon vildi sleppa til Føroya at spæla.
Trupulleikin var, at Kim Wilde hevði eina avtalu um at spæla í Danmark leygarkvøldið á Summar Festivalinum, men tá ið hon frætti um áhugan úr Føroyum, vildi hon broyta sína konsertskrá.
Bretska poppstjørnan gjørdi stutta prosess og bað sín fólk flyta ella avlýsa konsertina í Danmark, so hon kundi sleppa til Føroya at spæla á Summar Festivalinum.
Sum sagt so gjørt, og nú er tað greitt, at Kim Wilde fer á pallin á Summar Festivalinum leygarkvøldið 4. august, og ein avleiðing er, at konsertin hjá henni í Danmark er framskundað tveir dagar.