Flyta hátíðarhald um bátasmíð til sunnudagin

Sunnudagin verður forvitnisligt hátíðarhald í Sandavági um bátar og bátasmíð, og tað verður her - uttandura - at bátasmiðjurin í Kollafirði, Terji Reinert Jakobsen, fer at smíða ein føroyskan bát.

 

Vegna útlit til vánalig veðurlíkindi í morgin, leygardagin hin 1. juli, er almenna hátíðarhaldið í samband við bátasmíð í Sandavági flutt til sunnudagin, 2. juli. 

 

Avgjørt er, at tiltakið verður klokkan 16, og tað eru Sandavágs Bygdarsavn & Sandavágs Fornminnafelag, sum standa aftanfyri forvitnisliga summartiltakið.

 

Ein skrá er løgd fyri tiltakið, og her verður tað fyrst Dagbjørn Hansen, sum fer at bjóða vælkomin og fer at greiða frá verkætlanini.

 

Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um føroyska róðrarbátin, og Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, fer at greiða frá um føroyska bátin á UNESCO-listanum.

 

Heini F. Petersen, sum er ein av fyrireikarunum og eisini er rithøvundur, fer at greiða frá um bátasmíð í Sandavági. Her verður eisini felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt afturvið.

 

At enda fer Sámal Ravnsfjall at spæla og syngja nøkur løg, eins og bók um bátar og bátasmíð verður at fáa til keyps.

 

Tað verður bátasmiðjurin í Kollafirði, Terji Reinert Jakobsen, sum í summar fer at smíða ein føroyska bát í Steigartúni í Sandavági.

 

##med2##

 

 

 

Terji Reinert Jakobsen fer at smíða føroyska bátin í Steigartúni.