Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir inn- og útflutning vísir, at meðan innflutningurin er øktur, er útflutningurin minkaður fyrstu átta mánaðirnar í ár sammett við árið í fjør.
Verða skip og flogfør frároknað, var útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár 3.461 mió kr. Sama tíðarskeið í fjør var talan um 3.915 mió kr.
Innflutningurin vaks í sama tíðarskeiði. Frároknað skip og fløgfør var innflutningurin 3.570 fyrstu átta mánaðirnar í 2013, og fyri 2014 var talan 3.769 mió kr.
Enn sum áður er fiskur og fiskaúrdráttur nógv tann størsti parturin av føroyska útflutninginum. Samlaði útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár – íroknað skip og flogfør – var 3.565 mió kr. Av hesum vóru 3.458 mió kr. fiskavøruútflutningur.