Sokallaða flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti – tíðarskeiðið, har feløgini í Effo-deildini hava møguleika fyri at styrkja sær um hópin – letur aftur í kvøld á midnátt.
Tað er ikki væntandi at stórvegis hendir í kvøld áðrenn midnátt. Flestu feløgini hava fingið hóparnar hjá sær uppá pláss til seinnu hálvu, men vit á in.fo fara sjálvandi at halda fingurin á pulsinum, um okkurt skiftið skuldi stungið seg upp.
Vit ætla at fylgja flytingarvindeyganum beinleiðis á leið frá klokkan 20:00 í kvøld.
Flytingarvindeygað hevur á hesum sinni verið opið í eitt sindur minni enn ein mánað. Vindeygað lat upp 15. Juni, og letur altso aftur í kvøld tann 13. Juli klokkan 23:59.