Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, setti í dag spurningin, nær umsitingin av Vága- og Norðoyartunlinum verður flutt til Runavíkar. Løgmaður lovaði í ólavsøkurøðu síni í fjør, at flytingin skuldi fremjast á nýggjárinum, men enn er einki hent, og borgarstjórin bíðar ótolin.
Tað var ætlanin, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, skuldi svara hesum spurninginum í tíðindunum á FM1 nú klokkan 17. Tað lá ikki fyri at vera við í sendingini hesa ferð kortini, men hann vissaði fyri, at flytingin er í gongd, og høli eru funnin til endamálið.
Les eisini: Torbjørn ótolnast eftir flyting