á enskum hevur omanfyristandandi slagorð ljóðað úr hátalarunum síðani mei mánað, tá Atlantic Radio byrjaði at senda fyrstu ferð.
Tað gjørdist tó nokk so skjótt greitt, at fíggjarliga grundarlagið fyri støðini ikki var nóg sterkt, og tískil bleiv raksturin á støðini ov tungur at bera, og endin varð sum kunnugt, at støðin nú hevur snarað lykilin og sløkt fyri einsamøllu telduni, sum at enda var einasta starvsfólkið.
Eftir er bert hjá okkum øðrum at harmast um, at støðin ikki kundi bera seg, tí tað var eitt stórt vælsignilsi hjá teimum, sum ikki tímdu at hoyra tíðindi allan dagin, at fáa høvi til at skifta rás av og á. At tilfarið onkuntíð varð í so stuttligt, gjørdi ikki tann stóra skaðan, tí lurtararnir hjá støðini høvdu ongantíð væntað, at talan skuldi verða um seriøsan tíðindaflutning.
Vit kunnu tó øll gleðast um, at royndin hjá Atlantic Radio í hvussu so er hevur viðført, at Útvarp Føroya nú sendir fleiri ungdómssendingar enn teir nakran tíð hava gjørt. Vónandi verður hetta ein varandi støða, og ikki ein táttur sum verður sleptur, so skjótt sum kappingarneytin er givin at senda. Við tað at ungdómssendingarnar allar verða sendar um kvøldið, forða tær ikki á nakran hátt fyri teimum meira traditionellu sendingunum, og átti sostatt eingin orsøk at verið fyri at taka sendingarnar av aftur skránni.