FM avgjørt á mikkjalsmessu

EBS/Skála vann 5-0 á Víkingi

Tveir dystir í bestu kvinnudeildini vóru sunnudagin. EBS/Skála avgreiddi sín setning soleiðis, sum tað kundi roknast við. Víkingur vitjaði og fór til hús við 5-0 tapi. Longu tá ein hálvur tími var farin, var støðan 4-0.

Hin dysturin var í Fuglafirði, har B36 vann 2-0. Grannauppgerðin á Argjum millum AB og HB varð útsett.

Orsaka av landsliðsavbjóðingini verður ikki spælt næsta vikuskifti. 29. september ella á mikkjalsmessu skal KÍ, sum mikukvøldið vann toppdystin í Klaksvík ímóti EBS/Skála 1-0,  í Gundadal at dystast við HB. Hetta tykist vera einasta rættuliga forðingin hjá KÍ í strembanini fram ímóti fjúrtanda FM heitinum á rað.

 

EBS/Skála-Víkingur 5-0 (4-0)

1-0: sjálvmál 9.

2-0: Íðunn Magnussen 17.

3-0: Kára Djurhuus 25.

4-0: Sólja T. Eiðisgard 31.

5-0: Ansy Sevdal 72.

 

ÍF-B36 0-2 (0-1)

0-1: Elisabeth Vang 13.

0-2: Vár Næs 51.

 

AB-HB útsettur

 

mynd: nordlysid.fo