Billard
Tað er nú greitt, hvørjir 8 spælarar skulu dystast um FM-heitið í billard í 2003. Avgerðin fall í Havnar Klubba og Kagganum seinasta vikuskiftið. Feløgini vóru nevniliga vertir fyri kvalifiseringini til finaluna. Umleið 20 spælarar vóru við í hesi kappingini, og úrslitið varð, at sjey spælarar megnaðu at spæla seg í finaluumfarið, sum verður spælt á Tvøroyri komandi vikuskifti.
Hesir eru: Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba, 8 stig og 20,38 í meðal, Jan Müller úr Billardfelag Kaggans, 6 stig og 24,4 eygu í meðal, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Klubba, 6 stig og 19.3 eygu í meðal, Niels Nielsen úr Havnar Klubba, 6 stig og 18.8 eygu í meðal, Bjarni Skaalum úr Billardfelag Kaggans, 6 stig og 18.2 eygu í meðal, Jens Pauli Poulsen úr Tvøroyrar Klubba, 6 stig og 16.9 eygu í meðal og Carsten Hansen úr Havnar Klubba, 6 stig og 14.6 eygu í meðal.
Aftrat hesum sjey spælarunum verður so eisini verandi føroyameistarin við. Tað er Kristian Sune Høgnesen, sum vann FM-heitið í billard fyri einstaklingar fyri fyrstu ferð í fjør. Hann hevur spælt sera væl í liðkappingini í ár og hevur eitt sera høgt meðaltal, til onkra av kappingunum omanfyri 30 eygu í meðal. So hann verður uttan iva ringur at taka.
Tað er greitt, at kappingin á Tvøroyri verður sera spennandi. Ein av favorittunum til FM-heitið í 2003 er Ólavur Kjølbro, sum ongan dyst hevur tapt í FM kappingini fyri lið og einstaklingar í ár. Men her eru so eisini tveir fyrrverandi føroyameistarar við, nevniliga Jan Müller, sum hevur vunnið FM-heitið fimm ferðir, fyrstu ferð í 1977 og seinastu ferð í 1983 og Max Rasmussen, sum vann sítt fyrsta FM-heiti í 2001.
Føroyameistarin fyrraárið, Sonhard Johannesen, sum hevur staðið seg sera væl í nógvum av kappingunum seinastu árini, gjørdist ov stuttur hesaferð at vera millum teir 8, sum skulu kappast um FM-heitið.
Áhugavert er tað kanska eisini at merkja sær, at til finaluna á Tvøroyri eru tveir spælarar úr hvørjum av hesum feløgum: Klaksvíkar Klubba, Billardfelag Kaggans, Havnar Klubba og Tvøroyrar Klubba.
Hetta er 27. ferð at kappast verður um FM heitið í billard fyri einstaklingar. Eirikur Nielsen úr Havnar Klubba er tann, sum hevur vunnið oftast, ikki færri enn 7 ferðir. Síðani koma Jan Müller og Henrik Pedersen, sum hava vunnið fimm ferðir hvør. Í ár eru hvørki Eirikur Nielsen ella Henrik Pedersen við í kappingini.