FM-bólkurin í ár sterkari enn nakrantíð

Talv: Landsliðsbólkurin í einstaklingakappingini í talvi er sterkari í ár enn nakrantíð fyrr. Kappingin byrjar leygardagin

Í annaðkvøld, leygardagin, klokkan 18.00 byrjar talvkappingin fyri einstaklingar, og í ár er lagt upp til eina sera spennandi kapping í landsliðsbólkinum, ið væl man vera tann bólkurin, ið hevur størstan áhuga millum fólk.

Landsliðsbólkurin er í ár sterkari enn hann nakrantíð hevur verið fyrr. Meðalstyrkitalið til landsliðsbólkin í ár er 2133. Í 1993, sum var sterkasti bólkur inntil í ár, var meðalstyrkitalið 2112.

Høga meðaltalið kemst einamest av, at tað hevur eydnast Havnar Telvingarfelag, sum skipar fyri kappingini, at fingið Heina Olsen, John Rødgård og John Arna Nilssen upp úr Danmark til kappingina. Nevndin í HT hevur miðvíst roynt at virka fyri, at hesir tríggir, sum mugu sigast at vera millum okkara allarfremstu telvarar, komu við til hesa kappingina. Ein góð føðingardagsgáva til Havnar Telvingarfelag, sum fyllir 75 ár í ár.


Spenningurin varðveitast til seinasta umfar?

Í fjør var kappingin merkt av, at fleiri av teimum heilt góðu telvarunum ikki vóru við, og tí hevur tað eisini havt týdning at fáa kappingina so sterka sum gjørligt í ár, so trúvirðið í henni ikki fer heilt fyri skeytið.

Men hóast kappingin er sterk í ár, eru nakrir av teimum bestu einstaklingunum, sum resta í. Størst saknur er sjálvandi í føroyameistaranum frá í fjør, Rana Nolsøe, men eisini høvdu menn sum Jens Christian Hansen av Toftum, Torkil Nielsen úr Sandavági, Torbjørn Thomsen úr Kollafirði og Rógvi W. Rasmussen úr Havn kunnað gjørt seg galdandi.

Sum áður nevnt, og sum eisini kann lesast á næstu síðu, eru tað hesir tríggir, sum eru komnir upp úr Danmark, sum eru favorittar, men tað er ikki vist, at eingin av hinum kann geva teimum góða mótstøðu og koma við onkrum óvæntaðum úrsliti.

Men hesir tríggir mugu í løtuni metast sum okkara sterkastu telvarar, og tað sæst eisini á kappingarskránni, at tað eru hesir tríggir, sum eru hægst í metum hjá fyrireikarunum.

Tíggju telvarar eru við í landsliðsbólkinum, og teir telva allir móti hvørjumøðrum. Dysturin millum John Rødgård og Heina Olsen er lagdur í seinasta umfari, sum verður páskaaftan. Dagin fyri tað telva í næstseinasta umfari John Rødgård og John Arni Nilssen, og í triðseinasta umfari eru tað John Arni Nilssen og Heini Olsen, sum skulu dystast.


Stórur

almennur bólkur

Í 1. bólki er eisini lagt upp til eina spennandi kapping. Vanliga riggar blandið millum gamlar og nýggjar telvarar væl. Bjarki Ziska er komin við aftur og er komin í bólkin við sínum gamla styrkitali. Hann hevur hægsta styrkitalið í bólkinum, men ivasamt er, um dystarvenjingin er tann besta. Eisini Hanus Brekká úr Streymi, sum plagdi at vera fastur fúsur, er komin við aftur. Hann hevur seinastu árini búð í Danmark, men ger nú eitt legg heim at telva.

Heili 26 telvarar eru við í almenna bólkinum, og í unglingabólkinum hava 22 boðað frá luttøku, so eisini her verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.


Kappingin á internetinum

Telvað verður hvønn dag frá í morgin og fram til páskaaftan, tá kappingin endar. Kappingin verður í Eysturskúlanum í Havn. Fyrstu tríggjar dagarnar verður telvað í trimum ymsum skúlastovum orsakað av, at kvøldskúlin hevur framsýning í auluni. Mánadagin flytir kappingin so inn í auluna.

Sjálvan páskadag verður einki telvað, men 2. páskadag verður opin snarkapping, har øll sum hava hug kunnu luttaka.

Ætlanin er eisini at gera eitt sindur burtur úr kappingini á internetinum. Í Internetsosialinum fer tað at vera gjørligt at fylgja við kappingini á tann hátt, at talv verða løgd út á netið, umframt at tíðindi frá kappingini verða at lesa. Tað er ikki neyðugt at vera haldari av Internetsosialinum fyri at fáa atgongd til talvkappingina.