Manningin á Royndini Fríðu er rættiliga ung, men hetta hevur kortini ikki forðað teimum í at liggja í fremstu røð í dreingjaróðrinum hjá 5-mannaførunum.
Á norðoyastevnu gjørdust teir nr. 2, bert 1/100 part aftanfyri nr. 1, Blikur av Argjum. Men á sundalagsstevnuni vikuskiftið eftir gjørdu vágbingarnir bart og vunnu róðurin við sløkum tveimum sekundum á muni til henda sama Blik.
Á eystanstevnuni leygardagin gekk teimum eisini væl, umenn ikki nóg væl. Og nú leygardagin skal so rógvast á heimasjógvi. Tá fara teir ungu menninir at gera alt og geva alt, fyri at vísa, at tað er eingin tilvild, at fólk kunnu vænta sær nógv av Royndini Fríðu í ár.
- Nú fara vit í bátin, fyri at rætta uppá alt tað sum hóast alt ikki gekk so gott í Hvalvík, sigur Ingi Michelsen.
Hann situr sjálvur við árarnar í rúminum stýriborðsmegin, saman við Oddur Joensen, Mikkjal Elith Lindenskov, Jón Hofgaard, Jónas Vestergaard, Hilmar Bech og Inga Poulsen.
Teir hava hugt eftir róðrinum frá sundalagsstevnuni fleiri ferðir, og hava lagt merki til at okkurt var, sum teir kunnu gera betri næstu ferð.
- Á norðoyastevnu var starturin ikki serliga góður, og vit vita, at vit kunnu gera hann 100 ferðir betri. Tað vístu vit eisini í Hvalvík, og tað ætla vit at gera aftur í Runavík.
Meir enn fótbólt
Teir sjey ídnu rógvararnir umborð á Royndini Fríðu ganga annaðhvørt í skúla ella arbeiða. Men teir royna av øllum alvi at fáa hesi bæði og kappróðurin at ganga upp, sjálvt um onkrir teirra búgva í grannabygdini, Porkeri.
Ingi gongur sjálvur í 10. flokki í Vági, og hevur eisini havt sítt stríð við at fáa tíð til skúlagongd, repetering og royndir hesa seinastu tíðina. Ella ....?
- Eg havi havt nóg góða tíð til skúlan, heldur altso ungi rógvarin. - Tað er so, sum man ger tað til.
Ein stórur partur av frítíð hansara fer sostatt til ítrótt, í hesum føri kappróður. Tað sama var somuleiðis galdandi, tá hann í síni tíð spældi fótbólt. Men tað var kortini eitt, sum hugtók Inga meiri, fyri ikki at siga rættiliga nógv við tí at rógva kapp:
- Eg helt, at kappróður var meiri útfordrandi enn fótbóltur. Her skal man venja nógv meiri og nógv harðari, og so skal man eisini vera sera væl fyri.
- Nú havi eg so roynt tað, og mær dámar tað sera væl, slær hann fast.
Bragdið
Góðu úrslitini hava givið teimum sjey umborð á Royndini Fríðu eyka megi og gott mót til hetta róðrarárið.
- Ja, spyrt tú meg, so ætla vit heilt hundrað prosent at gera Føroyameistarar. Í ár skal tað verða, sigur Ingi.
- Tað eru 16 ár síðani seinast, og tað er alt ov long tíð uttan eitt FM.
Teir merkja eisini stóra áhugan millum vágbingar fyri kappróðri. Tá teir komu suður aftur eftir sigurin á eystanstevnu, var sannur veitslurómur í býnum.
Vónandi verður rómurin enn størri, tá teir koma aftur við FM-steypinum eftir ólavsøkuróðurin.
- Vit vilja gera alt fyri at endurtaka bragdið frá 1994!
Upp ímóti Smyrli
Royndin Fríða hevur longu víst tríggjar ferðir í summar, hvat teir ungu dreingirnir megna og ætla.
Teir hava eisini róð saman við 6-mannafarinum Smyrli, ið eisini hevur staðið seg avbera væl higartil í kappingini. Manningarnar báðar plaga at rógva saman á Vágsfirði.
- Vit hava klárað okkum væl ímóti teimum, og hava ikki ligið so øgiliga nógv aftanfyri teir, slær Ingi Michelsen fast.
Einki kemur av ongum
At røkka so góðum úrslitum, sum Royndin Fríða higartil hevur gjørt, kemur ikki av ongum.
Teir hava so sanniliga ikki spart seg teir seinastu mongu mánaðirnar: Venjingarnar til ársins FM-róðrar byrjaðu í desember mánaði við innandura venjingum. Og í mars mánaði fóru teir á fyrsta sinni í bátin.
- Skal man hanga í og røkka góðum úrslitum, er neyðugt at venjingin byrjar tíðliga, slær Ingi fast.
- Og tað hevur eisini sín týdning, at vit allir hava vant saman allatíðina.
2 x 2
Leygardagin var aftur FM-róður á skránni, hesaferð í Runavík.
Enn einaferð vístu teir sjey umborð á Royndini Fríðu at knotur eru í teimum, hóast teir eru ungir.
Teir gjørdust teir nr. 2 aðru ferð í ár, minni enn 2 sekund aftanfyri Blikur av Argjum.
Royndin Fríða liggur tí á einum 2. plássi, bert eitt stig aftanfyri Blik.