FM fyri seyðahundar

Sunnudag verður kapping um føroyameistaraheitið fyri seyðahundar hildin á Sandoynni. Kappingin byrjar klokkan 11.00, og verður hon hildin í Klettarhaga hjá Poul D Klementsen í Søltuvík. Tað verður vanligur hagaseyður, sum verður brúktur til kappingina. Dómari verður Tony Ottosen úr Danmark.

Áhugað kunnu tekna seg til kappingina á heimasíðuni hjá Føroya Seyðahundafelag. Tað kostar einki at luttaka, men aftufyri mugu tey luttakandi sjálvi hava mat og drekka við.

Seinasta freist fyri tilmelding er hóskvøldið kl 21.00 ella eftir kappingina leygardagin, sí niðanfyri

Treytin fyri luttøku er, at hundur og førari hava verðið minst nummar 7 í eini klassa 3 kapping í ár, at førari er limur í seyðahundafelagnum og at hundurin er ISDS skrásettur.