FM kappingini í talvi fyri einstaklingar fer langa fríggjadag av álvara at halla. Tá verður áttanda umfar á skránni. Tveir teir fremstu hittast, og tá kann tað so væl henda, at tað verður greitt, hvør verður meistari í 2016.
Skírisdag var sjeynda umfar, og tá endaðu trý talv remis. Teir einastu, sum vunnu fulla úrtøku, vóru Finnbjørn Vang, sum við svørtum vann á Torkili Nielsen, og Martin Poulsen, sum við hvítum vann á Hans Kristiani Simonsen.
Í toppinum broyttist einki. Rógvi Egilstoft Nielsen, sum undan hesum umfarinum var hálvtannað stig frammanfyri tann næsta í røðini, telvaði remis ímóti Sjúrði Thorsteinsson. Carl Eli Nolsøe Samuelsen var undan hesum umfarinum næstfremstur, og hann er framvegis næstfremstur og hálvtannað stig aftanfyri Rógva. Talvið millum Carl Eli og Høgna Egilstoft Nielsen endaði remis.
Talvið millum Silas Eyðsteinsson og Tummas Martin Sólsker endaði remis. At Martin Poulsen vann fulla úrtøku ímóti Hans Kristian Simonsen ber við sær, at nú er Martin Poulsen á triðja plássi saman við Silasi Eyðsteinsson.
Finnbjørn Vang vann góðan sigur á Torkili Nielsen. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal Torkil dystast við synirnar báðar. Langa fríggjadag verður tað ímóti Høgna, og leygardagin verður tað ímóti Rógva.
Rógvi Egilstoft Nielsen 6 stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4 ½ stig, Silas Eyðsteinsson og Martin Poulsen 4 stig, Høgni Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen 3 ½ stig, Torkil Nielsen 3 stig, Sjúrður Thorsteinsson og Finnbjørn Vang 2 ½ stig og Tummas Martin Sólsker 1 ½ stig.
Langa fríggjadag klokkan 14.00
8. umfar
Hans Kristian Simonsen – Finnbjørn Vang
Høgni Egilstoft Nielsen – Torkil Nielsen
Rógvi Egilstoft Nielsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tummas Martin Sólsker – Sjúrður Thorsteinsson
Martin Poulsen – Silas Eyðsteinsson