Tíðindaskriv
Vit hava gjørt tað soleiðis, at allir rógvararnir verða vigaðir um morgunin. Vektina teir fáa tá, er galdandi fyri alla kappingina. Rógvararnir 20 ár og yngri, 16 ár og yngri, og lættvektararnir hava fyrsta rætt at viga seg, tí teir koma at rógva fyrst.
Tíðarætlanin fyri rógvukappingina leygardagin er henda:
08:00 Byrja at viga rógvarar.
09:00 Allir rógvarar skulu verða møttir. Greitt verður frá, hvussu kappingin kemur fer fram.
10:00 Øll skula hava vigað seg.
10:30 16 ár og yngri rógva 1000m (dreingir og gentur rógva samstundis)
10:45 20 ár og yngri rógva 1000 (dreingir og gentur rógva samstundis)
11:00 Lættvekt og tungvekt kvinnur 2000m (Allar rógva samstundis)
11:15 Lættvekt menn 2000m (fyrsti bólkur)
11:30 Lættvekt menn 2000m (næsti bólkur)
11:45 Tungvekt menn 2000m (fyrsti bólkur)
12:00 Tungvekt menn 2000m (næsti bólkur)
12:15 35 ár og yvir 1000m
12:30 Steðgur
13:30 Blandaður bólkur 500 m
14:30 Stafett, har hvør rógvari rør 500m
15:30 Heiðursmerki verða handað
Vit heita á allar rógvarar at verða klárir minst 15 min, áðrenn teir skulu rógva. Tað verður ikki bíðað eftir nøkrum, so tað ræður um at vera til reiðar. Fyrivarni skal takast fyri ásettu tíðirnar.
Vinnarin av hvørjum bólki fær handað steyp og gull heiðursmerki. Nummar tvey og trý í hvørjum bólki fáa ávikavist silvur og bronsu heiðursmerki.
Fyri at gera tað enn meira áhugavert, hevur Modest-Sport í Danmark givið eitt sera gott pulsur til øll tey, sum eru við í 500 m blandaða bólkinum. Her verður lutakast í millum øll, sum eru við í hesum bólki, so øll hava møguleika at vinna pulsurið. Urið er eitt tað nýggjasta hjá Polar og eitur Polar s625x. Tað hevur eitt viðri uppá umleið 3.000,- krónur.
Formaðurin í róðrarsambandinum Hannis Joensen kemur at handa heiðursmerkini. Tey verða handað umleið klokkan 15:30.