FM-kapping fyri tey yngru

Um vikuskiftið verður seinasta flogbóltskappingin hjá teimum yngru í hesum kappingarárinum, og tá hon er farin aftur um vita vit, hvørji lið eru Føroyameistarar í teimum ymsu deildunum

Havnin verður um vikuskiftið á tremur við ungum flogbóltsleikarum, sum fegnir vilja gerast Føroyameistarar. Kappingin, sum er tann seinasta á árinum, verður leikt í Gundadalshøllini og øllum skúlunum í høvuðsstaðnum, og tá hon er farin aftur um, eru Føroyameistararnir í teimum ymsu deildunum funnir.

At tað eru nógv sum hava fingið hug at leika flogbólt sæst best við, at ikki færri enn 93 lið hava boðað frá luttøku, og tað ger, at allir dagarnir í vikuskiftinum skulu í brúk. Hetta fær ikki fyrireikararnar at missa móti, heldur tvørturímóti, tí tað er júst ungdómurin, sum er framtíðin hjá flogbóltinum eins og hjá hinum ítróttargreinunum.

Kappingin í Havn er sum sagt tann seinasta, og tá hon er liðug vera FM-vinnararnir í
teimum ymsu deildunum kosnir. Nú er tað kortini ikki so, at FM-vinnararnir av sær sjálvum eru teir sum vinna kappingina í Havn. Í fjør avgjørdi aðalfundurin hjá Flogbóltssambandinum, at ein nýggj stigaskipan skuldi takast í nýtslu. Henda skipan ber í sær, at liðini hava fingið stig í hinum trimum kappingunum sum verið hava, og tey stigini hava tey við sær í finaluna.

Støðan í teimum ymsu deildunum er tann, at hjá gentum 10 er Fleyr á odda við 11 stigum. Teimum á baki kemur Nøvan við sjey stigum og Mjølnir við fýra. Hjá dreingjunum í sama aldri er Fleyr eisini á odda. Teir hava tíggju stig, meðan SÍ a og SÍ b hava seks stig.

Hjá gentum 12 er TB á odda við 10 stigum meðan Dráttur hevur átta. KÍF er nummar trý við trimum stigum. ÍF er á odda hjá dreingjum 12 við 11 stigum meðan TB hevur átta og
SÍ sjey stig.

TB er eisini á odda hjá gentum 14. Her hava tær 10 stig meðan Mjølnir hevur fimm og KÍF fýra. Hjá dreingjunum í sama aldri hevur ÍF 10 stig meðan Fleyr og SÍ hava fimm stig.
Sørvingar klára seg sera væl í kvinnuunglingadeildini. Her liggja tær á odda við sjey stigum meðan kollfirðingar hava fimm. Fleyr kemur á triðjaplássi við trimum stigum. ÍF er klárt á odda í mansunglingadeildini. Teir hava tíggju stig meðan Fleyr og SÍ hava fýra stig.

Sum sagt verður kappingin í Havnini um vikuskiftið sera drúgv, og skráin, sum annars er at síggja á heimasíðuni hjá FBF, sum eitur www.fbf.fo, sær annars soleiðis út:
Gentur 10 spæla í Kommunuskúlanum leygardagin 23. februar. Fýra bólkar eru og bólkur eitt og tvey byrja klokkan 9.45. Bólkur tvey og trý byrja umleið klokkan 13.30 og endaspælið verður umleið klokkan 16.30. Tað er Fleyr sum hevur ábyrgdina av hesi kappingini.

Dreingir 10 spæla á Læraraskúlanum og eisini teirra kapping verður leygardagin 23. februar. Tveir bólkar eru og fyrri bólkurin byrjar klokkan 9.45 meðan tann seinni byrjar umleið klokkan 13.15. Endaspælið verður umleið klokkan 16.30. Tað er Mjølnir sum hevur ábyrgdina av hesi kappingini.

Gentur 12 eru so væl mannaðar at tær spæla í tveimum skúlum. Bólkur eitt og tvey spæla í Hoyvíkar Skúla, meðan bólkur trý og fýra spæla á Studentaskúlanum. Byrjað verður samstundis og tað merkir, at bólkur eitt og trý byrja klokkan 9.45 og bólkarnir tvey og fýra byrja umleið klokkan 12.45. Tá hesir bólkar eru lidnir, vera fjórðingsfinalur spældar á teimum skúlum, sum bólkarnir eru staddir, og ikki fyrr enn hesir dystir eru leiktir savnast liðini til semifinalur og finalur í Hoyvíkar skúla.

Tað er SÍ sum hevur ábyrgdina av kappingini í Hoyvíkar Skúla meðan KÍF hevur ábyrgdina av kappingini á Studentaskúlanum.

Dreingir 12 spæla í Gundadalshøllini leygardagin og tað er ÍF sum hevur ábyrgdian fyri hesi kapping. Byrjað verður klokkan 13.45 og spælt verður á trimum vallum í senn.
Gentur 14 spæla eisini í Gundadalshøllini, men tær byrja klokkan 9.45. Eisini gentur 14 eru í trimum bólkum og eisini tær spæla á trimum vallum í senn. Tað er TB sum hevur
ábyrgdina fyri hesi kapping.

TB hevur eisini ábyrgdina av kappingini fríggjakvøldið. Tá kappast dreingir 14, kvinnu- og mansunglingar og av tí at tað bara er ein bólkur í hvørjum av hesum aldursbólkum, verða teir avgreiddir á hvør sínum vølli í Gundadalshøllini. Kappingin byrjar klokkan 18
fríggjakvøldið.

Seinastu kappingarnar ? tær vera sunnudagin ? eru tær hjá dreingjum og gentum 16 ár. Dráttur stendur fyri kappingini hjá gentum 16, meðan Fleyr stendur fyri kappingini hjá dreingjunum. Hjá gentunum eru tveir bólkar meðan tað bara er ein bólkur hjá dreingjunum, og tað merkir at genturnar spæla á tveimum vallum samstundis.
Kappingin sunnudagin byrjar klokkan 13.00.