FM kappingin er víðopin

Kappróður gentur: Tambar vann í dag, og nú eru tveir bátar stavn um stavn í FM kappingini

Eftir róðurin á fjarðastevnu í Vetmanna í dag eru tveir gentubátar stavn um stavn í FM kappingini.

Falkur úr Hósvík var leingi greitt á odda, men tá ið tað restaðu einari trý hundrað metrar, fekk Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri rættiliga ferð á, og í endaspurtinum vístu tøkini hjá teimum í bláa bátinum at vera so mikið dygg, at tað væl og virðiliga eydnaðist at taka Falkin.

Fjarstøðan millum tveir teir fremstu var tað mesta av einari bátslongd, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Blikur, sum undan dagsins róðri, var tvey stig undan Tambar í FM kappingini, fekk ikki góðan start. Leingi sá tað út til, at róðurin fór at verða heilt kiksaður hjá teimum av Argjum, men smátt um smátt løgdu tær framat í kappingini um heiðursmerkjaplássini.

Blikur var tætt við at vinna næstfremsta plássið, men tað eydnaðist ikki.

Blikur endaði á triðja plássi, og nú eru Blikur og Tambar stavn um stavn í FM kappingini.

 

1 Tambar 05.29.16

2 Falkur 05.31.27

3 Blikur 05.31.40

4 Báran 05.33.35

5 Drekin 05.33.48

6 Sílið 05.39.02

7 Frúgvin 05.40.48

8 Beinta 05.45.11

9 Kollur 05.59.19

10 Fenja 06.00.14

11 Knúkur 06.03.02

12 Stubbin 06.15.25

 

FM støðan

1 Tambar 30

1 Blikur 30

3 Falkur 21

3 Drekin 21

5 Báran 15

6 Beinta 14