FM í lendisrenning verður leygardagin

Í sambandi við, at fimta umfar av vetrarkappingini verður leygardagin, verður FM í lendiskapping eisini á skránni

Leygarmorgunin komandi er fimta vetrarkappingin á skránni, og hesaferð verður runnið í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrar metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt ein serliga vátan januar mánaða, er avbjóðingin enn størri, siga tey hjá Frælsur Ítróttur Føroya.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.