Fyrsta FM finalan millum Neistan og Kyndil verður í hesu løtu leikt í høllini á Hálsi.
Neistin hevur undan dystinum skift venjara. Fyrrverandi venjarin, Palli Joensen, stendur ikki við síðulinjuna í dag. Venjarar hjá Neistanum til FM finaluna eru Sigrun Mikkelsen og Flemming Raben.
60 min, liðugt, 27-20 til Neistan: Neistakvinnur hava vunnið fyrstu FM finaluna. Við sannførandi avriki, vunnu Neistakvinnur heili 27-20 á grannunum úr Kyndli. Finalan gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí Neistakvinnurnar høvdu allatíðina eina greiða leiðslu. Nú hava Neistakvinnur match-bólt til seinnu FM finaluna, ið verður leikt leygardagin. Toppskjútti hjá Neistanum var Milica Rankovic, ið fekk sjey av málunum, meðan Marianna Eystberg var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við sjey málum.
53 min 22-17 til Neistan: Tað er framvegis Neistin, ið hevur eina greiða leiðslu í dystinum. Kyndil hevði fyri løtu síðani góðan møguleika at koma inn aftur í dystin, men tíverri fyri Kyndilskvinnur, brendu tær brotskast, meðan Neistin hevði tveir leikarar úti við útvísing. Ístaðin øktu Neistakvinnur um leiðsluna.
40 min 19-13 til Neistan: Spælið í seinna hálvleiki hevur verið betri enn í fyrra hálvleiki. Nervarnir tykjast vekk, og í løtuni er talan um undirhaldandi hondbóltsdyst. Kyndil er komið nógv betur við í dystin í seinna hálvleiki, men Neistin hevur tó framvegis eina trivaliga leiðslu. Tær eru á odda 19-13.
30 min, hálvleikur 15-9 til Neistan: Neistakvinnur hava av álvara víst tenn í fyrra hálvleiki. Í spælinum hava Neistakvinnur víst nógv størri spæligleði og ágrýtni enn undanfarnu dystir, og eru á odda við heili seks málum í hálvleikinum. Støðan í hálvleikinum er 15-9 til Neistan. Toppskjútti hjá Neistanum í hálvleikinum er Milica Rankovic, ið hevur skorað seks av teimum fimtan málunum, meðan Marianna Eystberg er toppskjútti hjá Kyndli við trimum málum.
21 min 9-4 til Neistan: Støðan í løtuni er 9-4 til Neistan. Milica Rankovic er higartil toppskjútti hjá Neistanum við trimum málum, meðan Marianna Eystberg er toppskjútti hjá Kyndli við tveimum málum.
Málskjúttar hjá Neistanum 27 mál: Milica Rankovic 7 mál, Bára Hansen 5 mál, Birita Jakobsen 5 mál, Eir Berg 2 mál, Marjun Danberg 2 mál, Jacklin Durhuus 2 mál, Unnur Danielsen 1 mál
Málskjúttar hjá Kyndli 20 mál: Marianna Eystberg 7 mál, Anna Brimnes 5 mál, Bjarta Johansen 2 mál, Randi S. Wardum 2 mál, Anna Sofía Mohr 2 mál, Bára K. Hansen 1 mál, Ásleyg Súnadóttir 1 mál
Finaluhópurin hjá Neistanum: Fríða Petersen, Lilja Mohr, Birita Jakobsen, Eir Berg, Marjun Danberg, Annika Thomsen, Unnur Danielsen, Bára Hansen, Milica Rankovic, Birita Wardum, Helena Dam, Elisabet Vang, Jacklin Durhuus, Nicoleta Hansen, Marjiana Lukic
Finaluhópurin hjá Kyndli: Tomma Petersen, Silja í Liða, Barbara Midjord, Bára K. Hansen, Anna Sofía Mohr, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta Johansen, Gudrun Restorff, Anna Brimnes, Marianna Eystberg, Turið A. Samuelsen, Sanna Gunnarstein, Guðrið Eystberg, Randi S. Wardum