FM møguleikin er komin óvart á vágbingar og HB

Bæði í Vági og í HB vóna teir at vinna FM, men teir undirstrika samstundis, at teirra lið longu hava útinnt tað, sum tað varð roknað við frammanundan.

Tað er toppdystur á skránni á Vágs eiði í morgin. VB er nærri FM heitinum, enn teir nakrantíð áður hava verið, og um teir vinna í morgin hava teir framvegis sjálvir møguleikan at avgera.

HB er oddalið, og í felagnum tevja tey væl kenda deymin av gulli. HB stuðlarnir skipa fyri útferð til Vágs í morgin. Um tað ikki eydnast í hvussu so er at fáa eitt stig, so verður talan sjálvandi um vónbrot, men í felagnum undirstrika tey staðiliga, at teirra lið longu hevur nátt tí, sum tað undan kappingarbyrjan varð vónað:

? Tað er sera hugaligt at vera HBari. Frá teimum minstu og upp til 1. deild er lagið gott. Í 1. deild saðlaðu vit um í vetur. Vit hava nógvar ungar spælarar, og teir nýtast ikki at fara til Vágs tyngdir av nervum. Vit hava sagt teimum, at vit vóna at vinna FM innanfyri tey bæði næstu árini. Í ár høvdu vit vónað at fáa heiðursmerkir. Tað rokni eg avgjørt við, at vit fara at gera. Um tey verða av gulli, so verður tað frálíkt. Um tey ikki vera so fín, so verða vit eitt sindur vónbrotnir, tí vit liggja so væl fyri, men í tí stóra og heila eru vit sera væl nøgdir, og tað vita spælararnir.

Tað er Gunnar Mohr, formaður í HB, sum vit hava í telefonini. Hann ætlar sær til Vágs í morgin:

? Tað er onga staðni í Føroyum so torført at spæla sum í Vági. VBararnir eru altíð raskir á heimavølli, men umstøðurnar eru ikki góðar. Undirlendið er ikki gott, og serliga tá tað regnar, er tað torført at spæla. Allir, sum hava spælt har suðuri, vita, at tað er sjáldan stilli, og at tað hjá vitjandi yvirhøvur kennist fremmant og torført. Eg havi sjáldan verið við til at vinna í Vági, men eg havi heldur ikki tapt so ofta. Mest vanliga úrslitið hjá HB plagar at vera javnleikur, heldur Gunnar Mohr.

Hjá HB er liðformaðurin, Rúni Nolsøe, sum var leikbannaður seinast, við aftur. Florin var eisini leikbannaður, men tað man vera ivasamt, um hann kemur beinleiðis á liðið. Gigi er farin heim til Craiowa. Hann skal leggjast undir skurð, og undan fráferðini segði 38 ára gamli maðurin seg rokna við, at hann hevði spælt fyri síðstu ferð á høgum støði.


Síðsti sigurin í 1991

Nú eru tað longu tvey ár síðani, at Gunnar Mohr gavst í 1. deild. Men hagtølini siga, at tað altíð hevur verið rár hending, at HB hevur vunnið í Vági. Síðsti HB sigurin í Vági var í 1991. Tá vunnu teir 2?1, og tað gjørdu teir eisini í 1988.

Av teimum ellivu dystunum síðani 1988 eru fýra endaðir við javnleiki, og VB hevur vunnið fýra ferðir. Bara eina ferð hevur munurin verið meiri enn eitt mál. Tað var fyri tíggju árum síðani. HB vann FM, men í Vági taptu teir 3?1. Í fjør vann VB 1?0.


Ikki nóg støðugir

Óli Holm er nevndarlimur í Fótbóltssambandinum. Hann býr í Vági, og hann spældi í mong ár við VB. Besta árið hjá honum og VB var í 1974. Ta ferðina vunnu teir bæði ísafjarðarsúluna og felags steypakappingina, og tá var tað, at teir eftir 2?0 sigur á HB á Vágs eiði eitt stutt skifti royndu at vera fremstir í landskappingini.

Óli Holm er, sum flestu vágbingareru tað, spentur um gongdina, men hann heldur, at VB longu hevur megnað so nógv, sum tað frammanundan kundi roknast við.

? Sjálvandi droyma vit í verandi støðu um at vinna FM. Men tað er langt á mál. Um VB vinnur í morgin, haldi eg avgjørt, at møguleikin at fáa heiðursmerkir er sera realistiskur, og so kunnu tey eisini verða av gulli. Um VB tapir, so er møguleikin væl hugsandi, at VB ikki fær heiðursmerkir. VB hevur fleiri torførar dystir eftir, B68 er undir liðini, B36 er bara trý stig aftanfyri, og NSÍ, sum so dyggiliga gav eina áminning um, at einki kemur av sær sjálvum, kemur við nógvari ferð.

Hvat er tín meting av liðnum?

? Teir hava verið sera drúgvir, serliga á heimavølli. Men sjálvt um úrslitini fyri tað mesta hava verið góð, so haldi eg, at teir leikliga ikki hava verið so støðugir, sum oddalið eiga at vera. Frá dysti og til dyst og eisini í einstøku dystunum hava teir viðhvørt spælt væl, og so hava teir aðrar tíðir verið alt annað enn sannførandi. Men venjingarstøðan hevur ongantíð áður verið so góð í Vági, sum hon er akkurát nú.

Óli Holm vísir á, at hjá VB kunnu onnur viðurskifti enn sjálvt fótbóltsspæli hava stóran týdning fyri endastøðuna:

? Eg hugsi um møguligar skaðar og um kortini. Robert er leikbannaður hesa ferð. Hann hevur verið sera raskur. Hans Pauli Dahl og Petur Óli Samuelsen eru til skips, so hópurin er ikki so breiður. Fýra spælarar verða leikbannaðir næstu ferð, teir fáa gult kort. Sovorðið hevur stóran týdning, heldur fyrrverandi VB spælarin og núverandi FSF nevndarlimurin, Óli Holm.